Loyvi frá aðalráðnum at lata øðrum menningarkvotu

Loyvi frá aðalráðnum at lata øðrum menningarkvotu
Fiskimálaráðið hevur givið partafelagnum Kinnfelli loyvi til at landa menningarkvotu til uppsjóvarvirki, og ikki til Snarfrost í Miðvági
Katrin Jóhanna hjá P/f Kinnfelli.
 
12.04.2019 - 12:18

Fiskimálaráðið hevur givið partafelagnum Kinnfelli loyvi til at landa menningarkvotu til uppsjóvarvirki, og ikki til Snarfrost í Miðvági, sum hevur fingið menningarkvotuna saman við Kinnfelli.

Partafeløgini hava biðið um, at svartkjafturin, sum er eftir í ár, verður landaður í Miðvági og til uppsjóvarvirki, til dømis Havsbrún.

Feløgini hava 6.738 tons eftir av svartkjafti í ár.

Menningarkvotan varð latin virkinum í Miðvági til at virka har.

Men sambært Snarfrosti fær virkið í fyrsta umfari bara arbeitt 20 tons um samdøgrið. Sum frá líður verða tonsini 50 um samdøgrið.

50 tons eru ikki nógv, tá talan er um svartkjaft. 

Katrin Jóhanna fiskar

Kinnfelli eigur uppsjóvarskipið Katrina Jóhonnu, sum fiskar svartkjaftin.

Partafeløgini í Vágum ætla tí at landa nógv tann størsta partin av tí, Katrin Johanna fiskar, til Havsbrún í Fuglafirði til dømis.

Svartkjafturin til Miðvágs verður goymdur í serstakari køling í skipinum og latin virkinum til frystingar og pakkingar.

Fiskimálaráðið ger vart við, at loyvið er bara galdandi fyri svartkjatfin, sum er eftir í ár.

Partafeløgini Snarfrost og Kinnfelli fingu í fjør 10.400 av svartkjafti í menningarkvotu í fýra ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878