Vil hava freistina longda

Vil hava freistina longda
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer at biðja ES um at leingja freistina fyri, nær Bretland skal fara úr ES
Theresa May fer at biðja ES um at leingja freistina fyri, nær Bretland skal fara úr ES
Mynd: Savnsmynd  
 
03.04.2019 - 07:27

Tað segði Theresa May eftir ein meir enn sjey tímar langan stjórnarfund í gjár. Sostatt hevur hon sett seg upp ímóti tí partinum av stjórnini, ið vil hava Bretland úr ES, uttan nakra avtalu.

Theresa May hevur slóðað fyri, at Bretland kanska fer at verða verandi í tollsamgongu við ES, fyri at fáa eina betri avtalu um framtíðina.

 >> SÍ EISINI - Latið dyrnar standa á gloppi

Samstundis hevur hon boðið andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbin, á fund um eina avtalu, sum kann verða samtykt í parlamentinum, skrivar DR.

Jeremy Corbyn hevur longu boðað frá, at hann fer á fund við Theresu May. Hann rør framundir, at eitt uppskot um tollsamgongu við ES, kann fáa undirtøku í Labour.

Loypt øði í flokk

Tá parlamentið mánadagin atkvøddi um eina tollsamgongu við ES, vóru bert tríggjar atkvøður á muni, 273 vóru fyri og vóru 276 ímóti.

- Eg havi ikki hoyrt stórvegis frá Theresu May, og tí fegnist eg um, at forsætisráðharrin er fúsur at umrøða viðurskifitini, sigur Jeremy Corbyn.

Avgerðin hjá May um at leita sær stuðul hjá andstøðuni, hevur loypt øði í tann partin av Konservativa flokkinum, sum er mest harðrendur í spurninginum um ES.

 >> SÍ EISINI Parlamentið feldi fýra brexit-uppskot

Framsøgumaðurin hjá tí partinum, Jacob Rees-Mogg, sigur framferðina hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, vera alt annað enn nøktandi.

Fyrrverand uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, sigur seg vera ovfarnan av, at spurningurin um brexit nú er latin upp í hendurnar á andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbyn.

Hvussu leikur nú fer, er ógreitt, men 10. apríl fara hini 27 londini í ES at umrøða bretska ynskið um at leingja freistina. Tey skulu øll verða samd, skal uppskotið fáa undirtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342