- Tíðindi, mentan og ítróttur
27 til 28 milliónir til Landssjúkrahúsið
27 til 28 milliónir til Landssjúkrahúsið
Eykajáttan til Landssjúkrahúsið kemur í tingið í vikuni, segði løgmaður í Løgtinginum í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landssjukrahusid_7.png?itok=comKdhxM)
03.04.2019 - 12:53
Enn er ongin umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið komið í tingið. Men eykajáttanin kemur hesa vikuna og er umleið 27-28 milliónir krónur. Tað kom fram í tinginum í dag.
25. mars segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at seinasta hond bleiv løgd á umbønina um eykajáttanina til Landssjúkrahúsið. Men nú, níggju dagar seinni, er framvegis ongin eykajáttan komin í tingið.
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, spurdi í tinginum í dag Aksel V. Johannesen, løgmann, hvat verður av eykajáttanini.
Løgmaður svaraði, at eykajáttanin liggur í Fíggjarmálaráðnum, og at hon er umleið 27 til 28 milliónir krónur, og verður løgd fyri tingið í vikuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV