- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundlógarnevndin til arbeiðis aftur
Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at nógvar ósemjur stóðust av, at nevndin upprunaliga skuldi gera tvey uppskot um grundlóg.
Eitt uppskot, sum skuldi galda, so leingi Grønland var í ríkisfelagsskapi við Danmark, og so eitt annað uppskot um grundlóg, sum skuldi koma í gildi, tá ella um Grønland loysti frá Danmark.
Nú hevur nevndin fingið nýggjan arbeiðsstning og skal bara gera eitt uppskot um eina grundlóg, sum skal koma í gildi, um Grønland verður fullveldi.
Grundlógarnevndin liggur nú undir málsræðnum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Vittus Qujaukitsoq. Hann sigur við KNR, at landsstýrið vil ikki hava at ósemjurnar um grundlógararbeiðið skulu kykja aftur.