- Tíðindi, mentan og ítróttur
Salma prinsessa í Marokko horvin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lalla.png?itok=O7k-kZ-9)
40 ára gamla Lalla Salma gjørdist kend fyri at vera virkin og sjónlig. Men síðani oktober 2017 er hon ikki sædd. Og fáir miðlar hava tora at skriva um hetta, skrivar danska blaðið Jyllandsposten. Gitingar hava verið um, hvat kann vera hent, men kortini eru nakrar gitingar oftari frammi enn aðrar.
- Tosað hevur verið um at tað kann vera hjúnarskilnaður. Hon kann verða flutt til USA, onnur halda til Grikkalands. Onnur siga, at hon framvegis er í høvuðsstaðnum, Rabat, í Marokko.
Salma prinsessa, fødd Salma Bennani, fekk barn við Mohammed 5.kongi 8. mai 2003. Tá var Moulay Hassan krúnprinsur føddur. 28. februar 2007 fekk parið eisini eina dóttur, Lalla Khadija prinsessu.
Í Marokko hevur kongurin vanliga havt fleiri konur. Men Lalla Salma prinsessa skrivaði søgu, tí hon fekk Mohammed 5. kong at almannakunngera, at hann ikki fór at taka aðara konur enn hana. Hon hevur eisini verið virkin í stríðnum fyri at vinna kvinnum rættindi, og fyri at hjálpa krabbemeinssjúklingum.
Seinastu tíðina hevur fleiri alemnnar vitjanir verið, har Lalla Salma prinsessa ikki hevur verið við. Tá sponsku kongshjúnini vitjaðu í februar var tað systir og beiggi Mohammed kong og Mohammed sjálvur sum vóru vertir. Einki varð sagt um prinsessuna.
Heldur ikki, tá Harry prinsur og hertuginnan, Meghan, vegna bretsku stjórnina vitjaðu í Marokko, sást Salma prinsessa.