Byggja 25 leigubústaðir til limir í landstinginum

Byggja 25 leigubústaðir til limir í landstinginum
Grønlendskir politikarar, sum búgva uttanfyri Nuuk, skulu í framtíðini búgva í nýggjum íbúðum í høvuðsstaðnum, tá landstingið er saman
Mynd: knr.gl  
 
31.03.2019 - 16:14

Tað sæst í ískoyti til grønlendsku fíggjarlógina, sum var til 1.viðgerð í vikuni.

Landsstýrið ætlar at byggja 25 nýggjar leigubústaðir í Nuuk til landstingslimir. Talan er tilsamans 2.221 fermetrar. Samlaði prísurin verður 3 miljónir krónur, og leigusáttmálin við partafelagið Illuut, sum skal byggja íbúðirnar, kann ikki sigast upp í 30 ár.

Illuut skal sjálvt fíggja meir-útreiðslur í sambandi við byggingina. Sum er, verða tríggjar miljónir krónur brúktar til leigubústaðir í Nuuk til limir í landstinginum.

Grønlendski landskassin skal veita rentu og avdráttarfrítt lán til bústaðarfelagið Illuut, sum sjálvstýrið sjálvt eigur, sæst í viðmerkingum til ískoytið til grønlendsku fíggjarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342