- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsagangurin merkist aðrastaðni
Sigtór Kristinn Skúlason, forstjóri í Airport Associates, sigur við íslendska kringvarpið, at meginparturin av teimum uppsøgdu hava fingið tilboð um at arbeiða niðursetta tíð og í øðrum vaktum.
Skúlason sigur, at helmingurin av uppgávunum hjá Airport Associates hava verið fyri Wow Air.
Eisini byggifelagið Gylfa og Gunnar hevur sent 40 fólk til hús. Talan er um 32 starvsfólk og átta undirveitarar.
Avgerðin varð tikin í gjár eftir at Wow Air boðaði frá, at tað var farið á húsagang.
Gylfi Ómar Heðinsson, stjóri í Bygg, sigur við íslendska kringvarpið, at tey hava bundið um heilan fyri í sambandi við tað, sum hendir í samfelagnum nú.
- Vit hava bygt nógv á Suðurnes-økinum, men vit vita ikki, um vøksturin heldur fram, sigur hann.
Eisini tollfríi handilin á flogvøllinum í Keflavík verður raktur av húsaganginum. Har eru í dag seks fólk søgd úr starvi.
Varastjórin fyri Tollfría handilin sigur, at 30 prosent av teimum, sum keypa í tollfría handlinum eru ferðafólk hjá Wow Air, og tí merkist tað.
Húsagangur hjá Wow Air sæst aftur í hagtølum fyri arbeiðsloysi, - tað vaks 5 - 15 prosent, skrivar Ruv.