- Tíðindi, mentan og ítróttur
1.100 missa arbeiðið
1.100 missa arbeiðið
Væntast kann, at eini 1.100 fólk fara at missa arbeiðið, eftir at íslendska lágprísflogfelagið, Wow Air, er farið á húsagang
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/wow.png?itok=m5Oc9itS)
Væntast kann, at fleiri enn 1.100 fara at missa sítt arbeiði, eftir at Wow Air er farið á húsagang.
Mynd: Wow Air
29.03.2019 - 07:25
Eini 1.100 fólk missa sítt starv, eftir at Wow Air er farið á húsagang. Tað skrivar íslendska ferðavinnublaðið, Grapevine, á heimasíðuni.
Unnur Sverrisdóttir, stjóri í íslendsku arbeiðsloysisskipanini sigur við netavísina, Vísir, at tey hava sett átøk ígongd til tess at lofta øllum teimum, sum fara at missa sítt starv.
- Vit raðfesta tey uppsøgdu hjá Wow Air fyrst og fremst, sigur hon.
Talið kann økjast
Tað er væl hugsandi, at talið av teimum, sum fara at verða arbeiðsleys verður nógv hægri, tí tað kann verða, at onnur í øðrum vinnum óbeinleiðis verða rakt av húsaganginum eisini.
Hvussu mong talan kann verða um, er ógreitt í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV