- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin í Swedbank koyrdur frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/swedbank_0.jpg?itok=sssXM1u-)
Danski stjórin í gølurakta Swedbank er koyrdur úr starvi.
Svenska kringvarpið skrivar, at Birgitte Bonnesen er koyrd til hús, nú gølan rullar um møguliga stóra hvíttingargølu í bankanum.
Illgrunasamur peningastreymur
Eins og við gøluni í Danske Bank, er tað illgrunasamur peningastreymur, sum hevur verið gjøgnum deildina hjá Swedbank í Estlandi, sum er í miðdeplinum.
Í gøluni um Danske Bank kom nýliga fram, at eini 1.500 milliardir streymaðu gjøgnum bankadeildina í Estlandi, og illgruni er um, at nógvar hundrað milliónir av teimum eru vaskaðar hvítar.
Svenska Kringvarpið hevur avdúkað, at estiska deildin hjá Swedbank í Estlandi í eitt áratíggju kann hava hvíttað nógvan pening, tí 1.400 milliardir svenskar krónur streymaðu gjøgnum teirra deild í Tallin.
Kundar har av serligum áhuga eru russarar og fólk úr fyrrverandi sovjett-londum. SVT skrivar, at bankin sjálvur hevði flokkað hesar kundarnar sum "sera vágafullar".
Stjórin koyrdur eftir aðalfund
Aðalfundur var fyrr í dag í Swedbank, og stóru partaeigararnir í bankanum valdu at lata nevndina í bankanum sleppa at verða sitandi.
Fleiri av teimum smærru partaeigarunum vildu hinvegin hava, at nevndin skuldi setast frá, men ístaðin bleiv stjórin, Birgitte Bonnesen koyrd.
Illur fíggjarmálaráðharri
Serliga svenska løgreglan, sum arbeiðir við fíggjar-brotsverkum, gjørdi húsarannsókn í Swedbank í gjár og kannar nú illgrunan um grovt svik og hvítting.
Børsurin í Stokkhólmi er púrasta givin at handla við partabrøvunum hjá bankanum.
Per Bolund, sum er fíggjarmálaráðharri í Svøríki, sigur við SVT um bankagøluna, at hann er "í øðini".