Mælir til forboð fyri plasti

Mælir til forboð fyri plasti
Nøkur forboð eru við í tilmælunum hjá Umhvørvisstovuni um at forða fyri plastdálking her á landi
Nógv plast er í fjøruni.
 
25.03.2019 - 12:40

Nøkur forboð eru við í tilmælunum hjá Umhvørvisstovuni um at forða fyri plastdálking her á landi.

Heilsu- og Innlendis-málaráðið bað um tilmælini í fjør og hevur nú fingið tey.

Mælt verður til forboð fyri smyrsli, tannkremi og øðrum, sum mikroplast er í.

Mælt verður eisini til at seta forboð fyri patrónum til høglbyrsur, sum hava høglskál úr plasti.

Hesar høglskálir, sum verja byrsu-pípuna móti sliti, fara út við skotinum, og enda 20 til 40 metrar frá skjúttanum. 

Høglskálirnar úr plasti eru ikki litaðar, og tí eru tær torførar at síggja í náttúruni.

Tær síggjast tó vanliga í fjøruni.

Fleiri forboð

Mælt verður eisini til at avmarka ella seta forboð fyri beriposum og borðbúnaði úr plasti.

Umhvørvisstovan mælir til at eggja fólki til at brúka beriposarnar fleiri ferðir. Tað kann verða gjørt við at leggja avgjald á beriposar, sigur Umhvørvisstovan.

Hon mælir til at banna handlum at útflýggja ókeypis beriposar og at umhugsa forboð fyri tunnum beriposum úr plasti.

Umhvørvisstovan mælir til at avmarka ella banna einnýtis borðbúnaði úr plasti, súgvirørum, vattpinnum og pinnum til ballónir.

Hetta plast fyllir mest, tá strendurnar í Evropa verða ruddaðar.

Kanna hvussu onnur gera

Umhvørvisstovan hevur kannað, hvussu gjørt verður í øðrum londum fyri at sleppa undan plast-dálkingini.

ES hevur gjørt eitt uppskot um eina fyriskipan, sum fer at binda Norðurlondini, sum annaðhvørt eru í ES ella EBS.

Fyriskipanin nevnir, hvussu tíggju einnýtisvørur og fiskireiðskapur úr plasti skulu handfarast. 

Hetta eru vørur, sum oftast eru at finna á strondunum í Evropa.  

Kannað er eisini, hvussu Danmark og Ísland gera. 

Ætlanir um átøk

Í Danmark er gjørd ein ætlan við 27 átøkum, ikki bara forboð, men eisini gransking, kanningar, endurnýtsla og kunning.

Í Íslandi eru 18 átøk lík teimum í Danmark og mælt verður til at seta tey í verk í Føroyum. 

Í Íslandi verður eisini mælt til at merkja fiskireiðskap fyri at fremja sporførið í fiskiskapinum. 

Í Føroyum eru Heilsu- og Innlendismálaráðið og Umhvørvisstovan farin undir fyrireikingarnar at seta í verk tiltøk, sum skulu minka dálkingina.

Tey verða gjørd saman við kommununum, renovatións-feløgunum og vinnuni annars.

Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at ein týðandi táttur í stríðinum móti plasti í náttúruni er hugburðsbroyting.

Tí verður skipað fyri almennum átøkum um vandan fyri dálking við plasti og um endurnýtslu.

Hetta verður gjørt við lýsingarátøkum og við at upplýsa skúlanæmingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151