- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla staðseting av flogvølli
Mótmæla staðseting av flogvølli
Fríggjadagin gingu íbúgvar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, mótmælisgongu, tí tey eru í móti staðsetingini av nýggja flogvøllinum í Nuuk
Mynd: knr.gl
24.03.2019 - 11:19
Hóast tað er samtykt, at flogvøllurin skal útbyggjast har, sum hann er, heldur enn at byggja ein nýggjan, mótmæla fólk. Flogvøllurin í Nuuk skal ikki útbyggjast har, sum hann longu er, halda íbúgvarnir, sum hava sligið seg saman í ein bólk, sum eitur Angisunnquaq. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðu sínari.
- Okkum tørvar ikki ein stóran flogvøll mitt í býnum, sum kortini ikki er ein altjóða flogvøllur, sigur Christian Jeremiassen, sum er talsmaður fyri bólkin.
Bólkurin heldur, at flogvøllurin eigur at verða bygdur á oynni, Angisunnguaq, sum liggur sunnan fyri Nuuk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV