- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit útsett til 12. apríl
- Um ikki meiriluti er í tjóðartinginum fyri at fáa avtaluna, sum er gjørd við ES, í gjøgnum í næstu viku ella um Undirhúsið fellur hana aftur, kunnu vit útseta til 12. apríl. Men tað merkir so eisini, at vit mugu skipa fyri vali til Evropatingið, skrivar forsætisráðharrin í einum brævi til limirnar í Undirhúsinum, sambært Sky News.
12. apríl er dagurin, sum ES er gingið við til, um so er, at Stóra Bretland ætlar sær úr ES uttan eina avtalu. Um Stóra Bretland vil hava eina avtalu fyrst, vilja stjórnarleiðararnir í ES leingja freistina til 22. mai.
Higartil hevur Theresa May hildið fast um, at undirhúsið skal taka støðu til avtaluna, sum hon hevur samráðst seg til við ES. Men tað vil formaðurin í Undirhúsinum, John Bercow, ikki og hevur víst til eina meira enn 400 ára gamla siðvenju, sum er, at tingið ikki kann atkvøða um sama uppskot fleiri ferðir. Fríggjadagin hevði forsætisráðharrin fund við sínar ráðharrar, har kjakast varð um, hvussu tey skulu kunna sannføra tjóðartingið um at taka undir við avtaluni við ES.
Sambært BBC økist trýstið støðugt á Theresu May innanfloks, og fleiri ynskja ein nýggjan leiðara at standa fyri Brexit. Bløð, sum áður hava stuðlað May, millum annað The Times, hava eisini trekt sín stuðul til hana aftur og mæla henni til at leggja frá sær, tí tað tykist vónleyst at vinna ein triðju atkvøðugreiðslu í Undirhúsinum við henni á odda.