ES-londini: Brexit kann útsetast

ES-londini: Brexit kann útsetast
Tey 27 ES-londini hava givið Theresu May freist til 22. mai at fáa greiðu á viðurskiftunum, so Bretland kann fara úr ES
 
22.03.2019 - 09:38

Men londini løgdu eina við, at tað bert er galdandi, um hon fær parlamentið í London at samtykkja avtaluna sum hon gjørdi við ES í fjør.

Theresa May bað hini ES-londini um at leingja freistina til 30. juni. Samtyktin varð gjørd á toppfundinum hjá ES í gjárkvøldið, og toppfundurin er eisini í dag.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur tvær ferðir roynt at fáa parlamentið at góðtaka avtaluna, men báðu ferð varð uppskotið felt.

Freistin fyribils longd

Theresa May ætlar at fáa eina atkvøðugreiðslu í parlamentinum aftur í bæstu viku, og verður uppskotið aftur felt tá, so er freistin bert galdandi til 12. apríl, gjørdu ES-londini av.

Eftir ætlan skuldi Bretland fara úr ES um eina viku, men fyribils er so freistin longd. Óvissan um brexit er tí størri enn nakrantíð

Nú heita bæði arbeiðsgevarar og fakfelagsleiðslur á Theresu May, forsætisráðharra, um at hálsa um, og royna at fáa eina aðra loysn, tí landið er í vanda, skrivar The Guardian.

Bretski herurin fyrireikar seg

- Vit umboða milliónir av fólkum og í túsundatali av fyritøkum, og tí heita vit á teg um at hálsa um, og at finna eina aðra loysn, siga Frances O´Grady og Carolyn Fairbairn í brævinum til forsætisráðharran, umboðani arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Tey leggja aftrat, at gongdin seinastu dagarnar ber brá av, at bretar fara úr ES, uttan nakra avtalu, og tað fer at merkja alt samfelagið, og fólkið í fleiri ættarlið, siga tey bæði.

Bretski herurin hevur skipað eina deild við 3.500 hermonnum, sum skulu vera til reiðar, um Bretland fer úr ES, uttan nakra avtalu, tí øll vænta rukkulív, millum annað um Ermasund, skrivar Sky News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342