- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-dómstólurin herðir dóm hjá Karadzic
ST-dómstólurin í Haag herdi í gjár, mikudagin, revsingina hjá fyrrverandi serbiska leiðaranum í Bosnia, Radovan Karadzic, upp í livlangt fongsul.
Fyri trimum árum síðani varð hann dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri fólkadrápið í býnum Srebrenica í Bosnia í juli í 1995. Karadzic kærdi dómin.
>> SÍ EISINI Radovan Karadzic dømdur 40 ára fongsulsrevsing
24. mars í 2016 segði altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, at Radovan Karadzic, sum nú er 73 ára gamal, var sekur í tíggju av tilsamans 11 ákærum.
Dómstólurin segði, at Karadzic hevði ábyrgdina av, at 8.000 muslimskir menn og dreingir í Srebrenica vórðu dripnir. Hetta hópdrápið verður mett sum tað ringasta síðani seinna heimsbardaga.
Varð jagstraður í 11 ár
Dómstólurin segði eisini, at Karadzic stóð á odda fyri kringsetingini av bosniska høvuðsstaðnum Sarajevo í meira enn hálvt triðja ár. Tá Karadzic kærdi dómin um 40 ára fongsul í 2016, segði hann, at hann var eitt politiskt offur.
Radovan Karadzic varð tikin í einum bussi í Beograd í 2008. Tá hevði hann verið jagstraður í 11 ár. Borgarakríggið í Bosnia frá 1992 til 1995 kravdi umleið 100.000 mannalív, og 2,2 milliónir fólk flýddu undan krígnum.
Seinastu kærumálini frá krígnum á Balkan verða nú viðgjørd í ST-dómstólinum í Haag. Málini vórðu flutt hagar, eftir at altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, varð tikin av í 2017.