- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretar biðja um at útseta Brexit
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer at biðja ES um at freistin hjá bretum at fara úr ES, verður longd við stuttari freist, í mesta lagi til 30. juni. Tað sigur talsmaðurin hjá forsætisráðharranum í morgun. Brævið verður sent til Bruxelles seinnapartin í dag, áðrenn Theresa May fer á toppfund í ES, sum verður í morgin og fríggjadagin.
Theresa May hevur helst ikki nakran annan møguleika, tí hon er komin undir trýst frá øllum síðum.
Einki uppskot í gjár
Í gjár boðaði bæði týska og franska stjórnin frá, at um einki nýtt uppskot kemur frá bretum um brexit, so má landið úr ES 29, mars, uttannakra avtalu.
Á toppfundinum í morgin, skulu leiðararnir í hinum ES londunum, taka støðu til, um bretar fáa longda freist til at fara úr ES, sum stjórnin hevur biðið um.
Franski europaráðharrin, Natalie Loiseau, sigur, at leingja freistina ikki hevur meining, um einki ítøkiligt kemur burturúr tí.
- Tað er neyðugt at bretska stjórnin kemur við eimum ítøkiligum uppskoti um, hvussu farast skal fram, so loysn fæst á støðuni sum er íkomin, sigur franski ráðharrin, sum vísir á, at øll tey 27 ES londini skulu vera samd, um bretar skulu fáa longri freist.
Somu boð koma frá týska europaráðharranum, Michael Roth.
Hann ger greitt, at eingin orsøk er til at leingja freistina, uttan so, at bretar koma við einum ítøkiligum uppskoti um, hvussu farast skal fram. Hann vísir á, at tolið hjá ES er um at vera uppi. Sj+alvur sigur hann seg vera fyri, at ein avtala fæst í lag, tí tað er tað besta fyri allar partar, sigur MIchael Roth.
Felt tvey uppskot
Undirhúsið í Bretlandi hevur tvær ferðir felt eitt uppskot til avtalu, sum Thersa May, forsætisráðharri gjørdi við ES í fjør.
Hon ætlaði at atkvøðugreiðsla aftur skuldi vera í hesi vikuni um uppskotið, men tí forðaði formaðurin í parlamentinum, John Berkow fyri.
Hann hevur boðað frá, at eingin atkvøðugreiðsla verður, uttan so, at uppskotið til avtalu verður munandi broytt.
ES vil ikki samráðast um nakra nýggja avtalu, tí ES londini hava samtykt avtaluna, sum bretska parlamentið ikki vil samtykkja.