- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsmaðurin ætlaði at fremja fleiri átsóknir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nysaeland_0.jpg?itok=fYP3QNuy)
Tað sigur forsætisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern, sambært bretska blaðnum, The Guardian, og tíðindastovuni, Reuters.
- Tað vóru tvey onnur skotvápn í bilinum, sum gerningsmaðurin koyrdi í, og hann hevði avgjørt ætlanir um at halda fram við atsóknunum, sigur Ardern sambært Reuters.
28 ára gamli maðurin, sum er føddur í Avstralia, varð tó tikin av løgregluni áðrenn hann náddi at fremja fleiri atsóknir.
36 minuttir eftir at løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um atsóknirnar á moskurnar, hevði løgreglan handtikið Brenton Harrison Tarrant.
Hvørjar ætlanir hann hevði, sigur forsætisráðharrin Ardern kortini einki um.
Brenton Tarrant hevði tó fimm skotvápn uppi á sær, tá hann varð handtikin. Tvey vápn vóru hálv-automatisk.
Hóast Brenton Tarrant ikki fekk útint allar sínar yvirgangsætlanir, náddi hann mest sannlíkt at drepa 49 fólk í tveimum moskum í býnum Christchurch.
Tað hendi seinnapartin lokala tíð í gjár, tá fleiri hundrað fólk vóru møtt til bøn í teimum báðum moskunum.
Millum tey særdu og deyðu í álopunum í gjár, vóru eisini børn, skrivar blaðið, The Guardian. Meginparturin eru menn millum 30 og 40 ár, upplýsir stjórin á sjúkrahúsinum, Christchurch Hospital Greg Robertson.
Brenton Tarrant, sum er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri álopini, varð seint okkara tíð í gjárkvøldið í grundlógaravhoyring, ákærdur fyri eitt dráp. Helst koma fleiri skuldsetingar móti honum, skrivar Ritzau.
Ein dómari í rættinum í Christchurch valdi at fongsla 28 ára gamla Tarrant til 5. apríl, tá næsti rættarfundurin verður.
Enn er óvist, hvørja støðu Tarrant hevur til ákærurnar.