- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rektari til Fróðskaparsetrið

Starvið, sum rektari á Setrinum er tíðaravmarkað í fimm ár, og starvstíðin hjá Sigurði í Jákupsstovu, verðandi rektara, er úti í heyst, og tí verður starvið lýst leyst nú.
Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. september í ár, og starvstíðin er fimm ár, stendur á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
Umsóknarfreistin er 1. mai
Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.
Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar- og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.