- Tíðindi, mentan og ítróttur
49 fólk dripin í moskuálopi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/moskualop_christchurch_15032019_ap.jpeg?itok=jn4IHE3i)
Løgreglan hevur handtikið fýra fólk, tríggjar menn og eina kvinnu, skrivar BBC News. Skottilburðirnir vóru inni og uttan fyri tvær moskur í nýsælendska býnum Christchurch.
Miðbýurin í Christchurch hevur eisini verið avbyrgdur, tí fleiri bumbur vórðu funnar í bilum ymsastaðni. Tann avbyrgingin er tikin burtur nú.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Minst 40 fólk dripin í álopi á moskur (ensk tala)
- Vit hava ongantíð upplivað nakað líkandi fyrr, tí slíkt hendir ikki í okkara landi. Hetta er daprasti dagur í søguni hjá okkum, sigur Jacinda Ardern, forsætisráðharri, sambært blaðnum, The New Zealand Herald.
Myndugleikarnir hava heitt á allar moskur í býnum um at lata aftur, til onnur boð verða givin. Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk framdu álopið á tær báðar moskurnar.
- Tann eini álopsmaðurin er avstralskur. Hildið verður, at maðurin hevði skrivað eina yvirlýsing áðrenn álopini, har hann hevur greitt frá ætlanunum, skrivar BBC News.