- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið minkar í syðru helvt
Fólkatalið minkar í syðru helvt
Fólkatalið í Sandoynni og Suðuroynni er minkað nakað seinasta árið

14.03.2019 - 08:01
Meðan fólkatalið veksur í meginpartinum av landinum, so er ein lítil minking í fólkatalinum í Sandoynni og Suðuroynni, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Í Sandoynni minkaði fólkatalið 0,5 prosent frá 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Í Suðuroynni minkaði tað 0,4 prosent sama tíðarskeið.
Í Sandoynni búðu 1227 fólk 1. februar í ár, tað er ein minking uppá seks fólk, og í Suðuroynni búðu 4597 fólk 1. februar í ár, sum eru 20 færri í mun til 1. februar í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV