- Tíðindi, mentan og ítróttur
Róku fyri vág og vind í illveðri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/polar_aassik.jpg?itok=5WluulVT)
Trolarin var staddur 40 fjórðingar eystur úr Hvarvinum, í hørðum streymi og ódnarveðri, skrivar Sermitsiaq.
Danska sjóverjuskipið, Hvidbjørnen, kom skipinum til hjálpar. Polar Aassik rak fyri vág og vind í 10 metrar høgum aldum. Hvidbjørnen stríddist í tríggjar dagar, áðrenn tað eydnaðist at fáa ein enda á trolaran. Vánaligt sýni tarnaði eisini bjargingararbeiðnum.
Harði norðanvindurin trýsti Polar Aassit 30 fjórðingar longur suður, - langt suðurum Hvarvið. Tað gekk eisini strilti at sleipa trolaran inn til lands. Fleiri ferðir legði Hvidbjørnen seg 40 stig, og trossin slitnaði eisini gjáramorgunin.
Nýggjur endi varð settur á Polar Aassik, og Hvidbjørnen kom við trolaranum inni í Qaqortoq í gjárkvøldið, skrivar Sermitsiaq.