- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lánini skulu gjaldast ov skjótt aftur
Føroyska afturgjaldstítíðin er 2,6 ár og nógv styttri enn hjá øðrum londum. Stuttfreistaðu lánini gera, at Føroyar noyðast oftari at taka nýggj lán, og tað hevur størri váða við sær.
Landskassaskuldin, 4,6 milliardir krónur, er fimm lánsbrævarøðir. Tríggjar eru fimm ára lán, eitt er seks ára lán og eitt er 15 ára lán.
Øll lánini eru standandi. Tað er, at bara renta, eingir avdráttir, verður goldin í lánstíðini.
Alt í einum
Lánið verður goldið aftur í einum, tá lánstíðin er farin. Landsbankin sigur, at langfreistaðu lánini eru dýrari, men tryggari, tí við teimum er minni ivi um komandi lánsútreiðslur.
Við stuttfreistaðum lánum er vandin við brádligum rentuhækkingum størri, og tí kann hetta gerast dýrari sum frá líður.
Í løtuni er rentan metlág, og tí er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka lang lán. Tað hevði tryggjað eina lága rentu og lægri lánsútreiðslur næstu árini, sigur Landsbankin.
Í juni
Næsta lánið hjá landskassanum, sum er 1,1 milliard krónur fellur til gjaldingar í juni.
Gjaldførið hjá landskassanum er í løtuni væl størri en kravda minstagjaldførið, sum er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Tí verður ikki neyðugt at endurfíggja alla upphæddina, 1,1 milliard krónur í juni, og tí rindar landskassin nakað av skuld niður.