Dømdur 90 mánaðar fongsul

Dømdur 90 mánaðar fongsul
Fyrrverandi stjórin fyri valstríðnum hjá Trump, Paul Manafort, varð í farnu viku dømdur hálvt-fjórða árs fongsul fyri skattasvik og bankasvik
Paul Manafort, fyrrverandi stjóri fyri valstríðið hjá Donald Trump, varð í farnu viku dømdur hálvt-fjórða árs fongsul fyri svik
Mynd: AP  
 
13.03.2019 - 17:16

Í dag er hann dømdur 43 mánaðir aftrat í fongsul fyri at hava roynt á ávirkað vitni, og fyri at hava gjørt lobbyarbeiði fyri ukreinskar politikarar. Tilsamans skal hann nú sita 90 mánaðir í fongsli.

Tað svarar til sjey og eitt hálvt ár, skrivar tíðindastovan, AP. Teir níggju mánaðirnir, sum Manafort hevur sitið í varðhaldi, verða tó drignir frá dóminum. 

Dómurin var longu strangasti dómur nakrantíð eftir at serligi kanningarstjórin, Robert Mueller, fór undir sonevndu russlandskanningina. Mueller kannar, hvørji møgulig sambond eru millum umsitingina hjá Donaldi Trump og russiskar myndugleikar.

Verjar: Leyg ikki við vilja

Manafort stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump. Í heyst kunngjørt Mueller, at Manafort fleiri ferðir hevði logið í rættinum fyri teimum, sum kanna uppáhaldið um, at russarar høvdu ávirkað forsetavalið í 2016. 

Verjarnir hjá Manafort hava tvíhildið um, at Manafort ikki leyg við vilja, men at hann gloymdi fleiri smálutir í málinum. Verjarnir mæltu til lina revsing.

Eitt nú tí teir halda, at Manafort hevur fingið álvarsligar heilsutrupulleikar meðan hann hevur sitið í varðhaldi. 69 ára gamli Manafort hevur millum annað fingið gikt, meðan hann hevur sitið í varðhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342