- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexitavtalan hjá May vrakað fyri aðru ferð
Brexitavtalan hjá May vrakað fyri aðru ferð
Meirilutin í bretska Undirhúsinum atkvøddi ímóti brexitavtaluni við atkvøðunum 391 ímóti og 242 fyri
12.03.2019 - 19:32
Greiður meiriluti var ímóti avtaluni, og Theresa May, forsætisráðharri, hevur sotatt mist 149 atkvøður.
Úrslitið merkir, at tað framvegis er stór óvissa um, hvat fer at henda tíðina fram til 29. mars, tá Bretland eftir ætlan fer úr ES.
Hetta er aðru ferð, at avtalan hjá May verður vrakað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV