- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summartíð og vetrartíð skal umrøðast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/klokkur.jpg?itok=_zaHNUOp)
Í heyst mælti ES nevndin til at sleppa skipanini við vetrartíð og summartíð, og nú hevur ein nevnd hjá ES mælt til tað sama. Og tað skal gerast um tvey ár, frá 2021.
Nevndin sigur kortini einki um, um nýggja skipanin skal vera vetrartíð ella summartíð alt árið.
Nevndin mælir til, at hvørt land sær, tekur avgerð um tíðina, einasta kravið er, at broytingin ikki skal ávirka innara marknaðin.
Ein kanning, sum varð gjørt í vetur, vísti greitt, at milliónir av fólkum í ES, ikki vilja skifta ímillum vetrartíð og summartíð.
Uppskotið frá flutningsnevndini í ES tinginum, skal nú umrøðast í ES, og londini skulu koma við sínum viðmerkingum.
Tað vóru Eysturríki og Týskland, sum fyrst lýstu summartíð í 1916. Tað var fyri at spara orku, tí fyrri heimsbardagi leikaði sum harðast, og tí var lítið av olju at fáa. Seinni tóku fleiri onnur lond í Europa undir við summartíð, men ikki fyrr enn í 1980 kom skipanin í eina fasta legu í Danmark.
Í 1996 samtykti ES at summartíð skuldi galda frá seinasta sunnudegi í mars, til seinasta sunnudag í oktober. Restina av árinum er tíðin, sum hon eigur at vera, skrivar Ritzau.