- Tíðindi, mentan og ítróttur
Senda kinesarar til Svøríkis at lesa
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kina_1.jpg?itok=0jVB-ksL)
Seinasta árið er talið av lesandi úr Kina vaksið við einum fimtingi, og einki annað land sendir so nógv fólk at lesa í Svøríki, sum Kina ger.
Fleiri kanningar eru gjørdar í Svøríki av gongdini, og tær vísa, at tað er kinesiski herurin sum sneir fólk til onnur lond at lesa. Talan er bæði um universitet og um tekniskar skúlar.
Stovnurin, Australian Strategic Policy Institute, almannakunngjørdi herfyri eina frágreiðing, sum vísti, at kinesiski herurin ger nógv fyri at senda lesandi til Svøríki, og hóast tey lesandi hava tilknýti til herin, so dylja tey tað fyri bæði stovnum og fólkinum, stendur í frágreiðingini.
Í Stokkholm eru 470 kinesiskir studentar á kongaliga tekniska skúlanum í løtuni.
Rektarin á skúlanum, Sigbritt Karlsson, sigur við svenska kringvarpið, SVT, at tey kenna til frágreiðingarnar og tosa regluliga við svensku fregnartænastuna, Sepo, um viðurskiftini.
- Vit vita hvat hendir í heiminum, men vit vita eisini, at kinesisk lesandi hava rættindi, og tí ynskir skúlin ikki at órógva tey lesandi í løtuni, sigur hon.