Landsbankin seldi og misti

Landsbankin seldi og misti
Landsbankin misti 5,9 milliónir krónur, tá hann seldi virðisbrøv síni í Kaupting banka í 2011
Kaupting fór av knóranum í fíggjarkreppuni í 2008 til 2010
 
07.03.2019 - 07:19

Landsbankin seldi virðisbrøvini fyri kurs 28. Tá, í 2011, varð mett, at trotabúgvið Kaupting banki fór at lata teimum, sum áttu pengar í búnum, 25 prosent av tí, tey áttu til góðar. 

Landsbankin keypti virðisbrøvini í 2008 fyri 8,1 millión krónur. Men Kaupting banki veðhelt ikki sjálvur fyri virðisbrøvunum. Tað gjørdi amerikanski bankin Lehmann Brothers, sum fór á húsagang í 2008.

Nevndi ikki Lehmann

Men hetta upplýsti Kaupting banki ikki, tá hann seldi virðisbrøvini, so trotabúgvið eftir Kaupting banka noyðist at gjalda krøvini hjá teimum, sum hava mist pengar. Búgvið eftir Kaupting banka er ikki liðugt viðgjørt enn. 

Men tað eru 60 prosent at býta millum kreditorarnar, soleiðis sum tíðindini vilja vera við, missir Landsbankin 2,3 milliónir krónur meira enn tey, sum ikki seldu síni krøv móti Kaupting banka.

Men frá hesari upphædd skal dragast frá kostnaður fyri advokathjálp og innanhýsis arbeiðsorku. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981