Meira inn í kommunuskatti

Meira inn í kommunuskatti
Flestu kommunurnar hava fingið meira inn í kommunuskatti higartil í ár.
Klaksvíkar kommuna fekk umleið fýra milliónir meira inn í skatti í januar og februar samanborið við somu mánaðir í fjør
 
06.03.2019 - 06:28

So at siga allar kommunur í Føroyum hava fingið meira inn í kommunuskatti higartil í ár samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa tøl hjá TAKS.

Stórsta kommunan í landinum, Tórshavnar Kommuna, fekk knappliga 12,3 milliónir krónur meira inn í skatti í januar og februar í ár í mun til somu mánaðir í fjør.

Bara ein hevði afturgongd

Tórshavnar Kommuna fekk 129 milliónir krónur inn í kommunuskatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í 2018.

Klaksvíkar kommuna fekk góðar fýra milliónir krónur meira inn í kommunuskatti. Klaksvíkar kommuna fekk góðar 34,7 milliónir inn í januar og februar í ár.

Bara ein kommuna hevði afturgongd í kommunuskattinum. Tað er Fugloyar kommuna, sum fekk góðar 36.000 krónur minni inn í skatti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947