Letur pengar til ítróttarkappingar

Letur pengar til ítróttarkappingar
Mentanarnevndin hjá býráðnum í Havn letur í hesum døgum pengar til millumtjóða kappingar í Havn
Altjóða dartkapping verður í Havn í summar.
 
04.03.2019 - 10:40


Mentanarnevndin hjá býráðnum í Havn letur í hesum døgum pengar til millumtjóða kappingar í Havn.

Havnar dartfelag hevur fingið 40.000 kr. til altjóða dartkapping í høllini á Hálsi í Havn í summar.

Mentanarnevndin hevur eisini samtykt at lata 25.000 kr. til kapping í nevaleiki, sum verður á Hálsi 25.mai.

Og nevndin hevur samtykt at lata 100.000 kr. til EM-kapping í flogbólti fyri A-landslið hjá monnum.

Hon verður í Havn 12. til 16.mai.

Kappingin er fyri smátjóðir.

Hetta er fyrstu ferð, at EM-kapping í flogbólti fyri A-landslið hjá monnum verður í Føroyum. 

Býráðið í Havn sigur, at stuðulin er liður í arbeiðinum hjá býráðnum at gera Havnina til ein bý við fleiri altjóða ráðstevnum, mentanartiltøkum og ítróttarkappingum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947