- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Ikki eitt gott hugskot at skriva undir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_og_kim_jong-un.jpeg?itok=VDpQGpqb)
- Viðhvørt verður tú noyddur at fara frá samráðingarborðinum, og soleiðis var hesaferð. Vit hildu ikki, at tað var eitt gott hugskot at skriva undir nakra avtalu.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í vjetnamesiska høvuðsstaðnum Hanoi í morgun.
Eingin avtala spurdist burtur úr toppfundinum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Trump tosar við fjølmiðlarnar eftir toppfundin
- Norðurkorea vildi hava øll tiltøk sett úr gildi, men vit vilja ikki eftirlíka hesum kravinum, segði amerikanski forsetin, Donald Trump.
Tað skilst, at Kim Jong-un var til reiðar at lata landsins størstu kjarnorkuroyndarstøð aftur, um USA afturfyri vildi seta tiltøkini úr gildi.
Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, sum eisini var á tíðindafundinum saman við forsetanum, segði, stór framstig vórðu gjørd á fundinum, og hann er bjarstkygdur um, at sendinevndirnar hjá USA og Norðurkorea fara at hittast aftur í næstum.
>> SÍ EISINI Her kemur Kim Jong-un til toppfund í Vjetnam
Philip Kokhar, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia, væntar ikki, at Norðurkorea fer at brúka kjarnorkuvápn, eftir at einki spurdist burtur úr toppfundinum í Hanoi. Men tað kann fáa avleiðingar í londini, heldur hann.
- Tess longur tíð gongur, at ein avtala fæst í lag, tess longur tíð fær Norðurkorea at menna síni kjarnorkuvápn. Við ikki at leggja størri trýst á, er USA óbeinleiðis við til at góðtaka, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn, sigur Philip Kokhar, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia.