- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bussarnir í Havn skulu eisini koyra sunnudag

Koyrt verður til klokkan ellivu leygarkvøld, og sunnudagar millum kl. 10:00 og 21:00, sambært uppskotinum. Bygdirnar hava tó tilkallivakt um vikuskiftið.
Ein broyting er, at tvær leiðir koyra í Havn 15. hvønn minutt. Tær verða høvuðsleiðir.
Onnur byrjar á Hamrinum á Argjum, fer til Hoyvíkar, og endar aftur á Hamrinum. Hin byrjar á Norðasta Horni, fer niðan á Háls, og endar á Norðasta Horni.
Tvær siðuleiðir
So eru tvær síðuleiðir, sum koyra hvønn hálvan tíma. Onnur byrjar við AB-vøllin, fer til Hoyvikar, og endar aftur við AB-vøllin. Hin byrjar Millum Gilja, fer oman í Steinatún og niðan aftur Millum Gilja.
Sáttmálin, sum Tórshavnar kommuna hevur um Bussleiðina við Sp/f Gundur´s bussar, er longdur til 1. apríl í ár. Í honum eru 31.133 tímar. Men í nýggju ferðaætlanini verða 35.599 tímar.
Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til eitt tilmæli hjá meirilutanum í Teknisku nevnd um at fara undir eina royndarskipan, sum Gundur´s bussar skulu hava frá 1. apríl í ár til 1. apríl næsta ár.
Bussleiðin kostar góðar 24 milliónir krónur um árið. Nýggja ferðaætlanin kostar fýra milliónir krónur meira um árið.