- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sudan sett í undantaksstøðu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/omar_al-bashir.jpeg?itok=CmLeujj6)
Hetta er seinasta stigið hjá umstrídda forsetanum í Sudan, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Bashir, sum millum annað hevur verið eftirlýstur av altjóða revsidómstólinum í Haag fyri sín leiklut í fólkadrápinum í Darfur, hevur sitið við valdinum í Sudan síðani hernaðarkvettið í afrikanska landinum í 1989.
Samstundis sum undantaksstøðan varð sett í verk, koyrdi hann alla stjórnina frá, eisini forsætisráðharran, Moussa, og guvernørarnir í øllum teimum 18 landspørtunum.
Nógv mótmælisfólk latið lív
Mótmælisgongur hava verið kring høvuðsstaðin í Sudan síðani 19. desember, og forsetin hevur fleiri ferðir biðið herin um at leggja uppí.
Nógv mótmælisfólk hava latið lív í Sudan. Tíðindastovan AFP skrivar, at mótmælini byrjaðu, tá breyðprísirnir trífaldaðust eftir stuttari tíð.
Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnin í Sudan hevur brotið mannarættindi fleiri ferðir. ST hevur sett tiltøk í verk móti landinum síðani 1995.