- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her kemur Kim Jong-un til toppfund í Vjetnam
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_jong-un_vietnam_26022019.jpeg?itok=oBlkorCv)
Kim Jong-un kom við toki til Vjetnam, og ferðin úr Norðurkorea til útriðina av Hanoi vardi í hálvt triðja samdøgur. Tokið koyrdi 4.000 kilometrar, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og AFP.
Kim Jong-un er fyrsti leiðarin sum hevur vitjað í Vietnam, síðani abbi hansara, Kim Il-sung, vitjaði í Vjetnam í 1964. Donald Trump, forseti í USA, kemur eftir ætlan til Hanoi í kvøld í flogfarinum, Air Force One.
Eygleiðarar siga, at teir báðir mugu vera meira ítøkiligir, enn teir vóru eftir fundin í Singapore í fjør summar. Tá var einasta úrslitið, at báðir partar tóku undir við, at eingi kjarnorkuvápn skuldu vera á koreansku hálvoynni.
Trygdin í landinum er herd munandi, nú teir báðir skulu hittast. Vápnaðir hermenn og løgreglumenn eru í gøtunum, og myndugleikarnir hava stongt strekkið til Hanoi, sum er 170 kilometrar langt.