Fundur verður fyri hálvan mars

Fundur verður fyri hálvan mars
Løgmaður og partur av landsstýrinum fara at fundast við Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni fyri hálvan mars
Kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt eiga Hamragarð í Vági, men ætlanin er, at Bú- og heimatænastan keypir heimið.
 
26.02.2019 - 11:20

Eldrasamstarvið í Suðuroynni bíðar enn eftir fundarboðum frá landsstýrinum, hóast fundurin skuldi havt verið fyrr í hesum mánaðinum.

Í hvussu so er løgmaður og tríggjar landsstýriskvinnur skulu til Suðuroynna at fundast við Bú- og heimatænastuna í oynni.

Men landsstýrið hevur nú gjørt av at fara suður á fund við Bú- og heimatænastuna fyri hálvan mars.

Bú- og heimatænastan sigur seg hava ov fáar pengar til eldrasamstarvið og vil fundast við landsstýrið um tað.

Bú- og heimatænastan bað landsstýrið um eina serskipan, sum Sandoyggin hevur, men hana fingu tey ikki.

Fundur var í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. 

Eingin serskipan

Í desember í fjør segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroynni. 

Tá hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tað fekk ikki økið at klára seg fíggjarliga.

Men løgmaður svaraði, at hóast inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, kemst tað ikki av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. 

Kommunurnar í Suðuroynni brúktu nakrar milliónir krónur meira til Bú- og heimatænastuna í fjør enn tær fingu frá landinum til eldraøkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151