Sáttmáli gjørdur um eykabátin

Sáttmáli gjørdur um eykabátin
1. mai næsta ár kemur nýggi eykabáturin hjá Strandferðsluni til Føroya
Strandferðslan hevur nú skrivað undir byggisáttmála við norska skipasmiðju um nýggjan eykabát
Mynd: Savnsmynd: Sildberin  
 
25.02.2019 - 15:40

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, skrivaði leygardagin undir byggisáttmála við norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksion um bátin.

Sáttmálakostnaðurin er 33,7 milliónir krónur. Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir at byggja hetta bátaslagið, og bygginummarið hjá Strandferðsluni er 49.

Báturin kann bæði brúka ravmagn og gassolju, og hann kann ganga 20 míl. Báturin tekur 96 ferðafólk og tríggjar persónbilar ella ein stóran bilur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151