Fáa meirvirðisgjaldið aftur í fimm ár afturat

Fáa meirvirðisgjaldið aftur í fimm ár afturat
Tey, sum byggja til frítðarvirksemi, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur
Tey, sum byggja til dømis eitt ítróttarhús, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur.
 
25.02.2019 - 07:50

Felagsskapir, stovnar og grunnar fáa nú fimm ár afturat uttan meirvirðisgjald, tá tey byggja.

Uppskot er sent til hoyringar um at broyta lógina um meirvirðisgjald, so undantøkan, sum skuldi fara úr gildi 31.desember í ár, verður galdandi í fimm ár afturat, til 31.desember í 2024.

Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, skulu tó rinda meirvirðisgjald í landskassan.

Men tey fáa allar pengarnar aftur, um tey søkja um teir frá Taks.

Treytin

Treytin er tó, at íløgan er yvir eina millión krónur, og í minsta lagi triðingurin er gáva ella innsavnaður peningur við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.

Undantøkan er galdandi fyri til dømis ítrótt, mentan og átrúnað.

Hoyringarfreistin er eisini í hesum førinum stutt, hon er fýra dagar, til í morgin.

Meirvirðisgjaldsundantøkan kom í 2010, men lógin er longd nakrar ferðir síðani tá, seinast í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947