- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næsta stig í tollkrígnum útsett
USA og Kina hava um vikuskiftið gjørt somikið stór framstig í samráðingunum um handilssamskiftið, at Donald Trump hevur útsett ætlanina um at hækka tollin á kinesiskum vørum. Tollhækkingin skuldi eftir ætlan koma í gildi 1. mars.
Av tí sama verður tollurin ikki hækkaður nú. Amerikanski forsetin sigur, at líkindi eru til, at hann um ikki so langa tíð fer at hitta kinesiska forsetan, so teir báðir kunnu skriva undir eina nýggja handilsavtalu.
Handilssamráðingar vart í fleiri mánaðir
Hvussu langt samráðingarnar ímillum Kina og USA eru komnar, er kortini ikki greitt, men amerikanski forsetin sigur, at um einar tvær vikur verður væntandi komið á mál.
Eisini kinesisku myndugleikarnir hava boðað frá, at stór framstig eru hend í samráðingunum. Trump hevur boðað frá, at tollurin á ávísar kinesiskar vørur skuldi hækka úr 10 upp í 25 prosent frá 1. mars, um eingin avtala fekst.
Talan var um vørur fyri 200 milliardir dollarar, ið svara til 40 prosent av amerikanska innflutninginum úr Kina. Handilssamráðingarnar ímillum USA og Kina hava vart í tríggjar mánaðir, skrivar Ritzau.