- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava nýggja fólkaatkvøðu um samkynd í Kenja
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lgbt_flagg.jpg?itok=cCxOok3-)
Hægsti rættur í Kenja skjýtur upp at hava nýggja fólkaatkvøðu um at strika lógir, sum áseta, at tað er ólógligt at vera samkyndur.
Orsøkin er, at teir tríggir hægstarættardómararnir, sum í gjár hava sagt sína hugsan um, hvørt gamla lógin er í stríð við grundlógina, ikki kunnu semjast, og tí hava teir skotið upp at hava nýggja fólkaatkvøðu í mai.
Tey, sum hava arbeitt fyri at avtaka lógina hava fingið harða mótstøðu. Forsetin í Kenja hevur fyrr sagt, at hetta er ein ikki-spurningur, og at nógvir tjóðartingslimir eru í móti at lógin verður strikað.
Fleiri felagsskapir ímóti
Fleiri átrúnaðarligir felagsskapir eru ímóti at lógin verður strikað, og fleiri halda, at tað er í stríð við mentanina í Kenja at verða samkyndur.
Tað er óafrikanskt, sum sagt verður, og bera mótstøðufólkini eisini banga fyri, hvat tað næsta verður, altso at talan er um eina glíðibreyt og at um broytingin verður samtykt, verður næsta kravið, at samkynd kunnu giftast.
Hóast tað er óvanligt, at persónar verða dømdir eftir lógini, eru tað tey, sum vísa á, at lóggávan eggjar til forfylging og órætt móti samkyndum.
Sambært lógunum í Kenja kanst tú verða dømdur upp í 14 ára fongsul fyri kynsligar gerðir, sum sambært somu lógum eru ímóti náttúruni. Og hesar lógir eru 120 ára gamlar.