Fosturforeldur eru løntakarar sambært lóg

Fosturforeldur eru løntakarar sambært lóg
Fosturforeldur hava rætt til frítíð við løn. Tað hevur Samferðslumálaráðið avgjørt
Fosturforeldur hava rætt til frítíð við løn sambært frítíðarlógini.
 
22.02.2019 - 07:21

Fosturforeldur hava rætt til frítíð við løn. 

Tað hevur Samferðslumálaráðið avgjørt.

Orsøkin til avgerðina er, at Fosturforeldrafelagið heitti á Samferðslumálaráðið um at greina, um fosturforeldur koma undir frítíðarlógini.

Niðurstøðan er, at fosturforeldur koma undir frítíðarlógina.

Fosturforeldur eru at meta sum løntakarar, tá talan er um frítíðarlógina, og tí hava tey rætt til frítíð við løn. 

Samferðslumálaráðið hevur tó ikki tikið støðu til, um fosturforeldur eru løntakarar sambært aðrari lóggávu enn lógini um frítíð við løn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947