Smáir skúlar saman við stórum skúla

Smáir skúlar saman við stórum skúla
Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli skulu møguliga gerast partar av størri skúla í Tórshavnar kommunu
Skúlin í Nólsoy verður møguliga sjálvur triði lagdur saman við størri skúla í Tórshavnar kommunu.
 
21.02.2019 - 07:44

Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli skulu møguliga gerast partar av størri skúla í Tórshavnar kommunu.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur samtykt at fara undir eina hoyringartilgongd um at leggja teir smáu fólkaskúlarnar í kommununi saman við størri skúla.

Men samstundis verður lítli skúlan og undirvísingin í honum varðveidd á staðnum, tað er á Velbastað, í Nólsoy og í Kaldbak. 

Skúlarnir hava fyrsta til sjeynda flokk. Í Nólsoy er eisini eitt forskúlalíknandi tilboð.

Ein fortreyt fyri einari samanlegging er, at Undirvísingarstýrið framhaldandi játtar stóra skúlanum læraratímar til skúlaeindirnar í bygdunum fyri seg. 

Kunning

Komandi vikurnar verða kunningarfundir um ætlanina fyri starvsfólkum, skúlastýrum, foreldrum og bygdafólkunum. 

Samstundis verður settur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri øll skúlastýrini í kommununi at viðgera ætlanina um at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla og gera tilmæli um málið.

Tilmælið verður síðani viðgjørt í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. 

Umsitingin sendir síðani tilmæli til Mentamálanevndina, Fíggjarnevndina og býráðið. 

Um býráðið samtykkir ætlanina, verður umsókn send Mentamálaráðnum um góðkenning.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151