Skjóta sildreka og nebbafisk í fimm ár aftrat

Skjóta sildreka og nebbafisk í fimm ár aftrat
Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Tór Júlíusson, hevur givið loyvi at skjóta sildreka og nebbafisk næstu fimm árini - til 2023
 
20.02.2019 - 10:24

Tað skrivar heimasíðan hjá ráðnum. Avgerðin er grundað á ráðgeving frá íslendska havransóknarstovninum og nýggju frágeiðingini frá Hagfrøðistovni Íslands um, hvørja ávirkan hvalaveiða hevur. 

Havrannsóknarstovnurin sigur í frágreiðingini, at samlaða veiðan fyri árið 2023 skal vera í mesta lagi 161 nebbafiskar í økinum millum Eysturgrønland og Vesturísland, og í mesta lagi 48 í økinum við Eysturísland og Føroyar.

Mælt verður sostatt til, at 217 nebbafiskar verða skotnir á íslendska landsgrundsøkinum. Sambært fiskimálaráðnum, veksur stovnurin av nebbafiski við Ísland støðugt síðani hvalateljing byrjaði í 1987. 

Seinasta teljingin var í 2015

Seinasta teljing var í 2015 og yvirlit var gjørt yvir nebbfiskastovnin í øllum Mið-Norðuratlantshavi. Stovnurin er tilsamans 37.000 nebbafiskar. Tað er tríggjar ferðir so nógv sum í 1987, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Talið av sildrekum á grunnum vatni, tað er upp til 200 metrar, er minkað nógv á íslendska landgrunninum síðani aldarskiftið. Hildið verður tó ikki, at stovnurin er minkaður, men at hann er farin norðureftir, tí ov lítið av føði er við Ísland um summarið.

Havrannsóknarstovnurin vísir til fyrsta listan yvir íslendsk súgdjór, sum íslendski náttúrufrøðistovnurin hevur givið út, og har verður nebbafiskur ikki flokkaður sum hótt djóraslag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342