Nýggj gøla um hvítting

Nýggj gøla um hvítting
Nýggj baltisk bankagøla rakar svenska stórbankan, Swedbank, í einum máli um hvítting, og Danske Bank verður drigin upp í málið
Nýggjur dátuleki vísur, at miljardir av krónum eru fluttar gjøgnum Swedbank til millum annað Bretsku Jomfrúoyggjarnar og Belize
 
20.02.2019 - 09:08

Nýggjur dátuleki vísur, at miljardir av krónum eru fluttar gjøgnum Swedbank til millum annað Bretsku Jomfrúoyggjarnar og Belize.

Tað skrivar Berlingske, sum hevur tíðindini frá sjónvarpsendingini Uddrag Granskning hjá svenska kringvarpinum, SVT.

Sendingin hevur í fimm mánaðir havt atgongd til og hevur greinað loynilig skjøl, sum millum annað lýsa peningaflutning millum Danske Bank og Swedbank.

Meira enn 1.000 viðskiftafólk eyðmerkt

Peningaflutningurin er frá tíðini eftir at Danske Bank keypti seg inn í londini í Eystrasalti og til deildin fyri ikki-estisk viðskiftafólk varð latin aftur í 2015. 

Meðan málið um hvítting í Danske Bank vaks, hevur leiðslan í Swedbank fleiri ferðir sagt, at tey hava ikki útlendsk viðskiftafólk, sum flyta pening gjøgnum bankan. 

Men svenska sjónvarpssendingin hevur eyðmerkt meira enn 1.000 viðskiftafólk í Swedbank, sum hava kontu í Baltalondum, men búgva í øðrum landi, sum eru kend í hvítting-gøluni í Danske Bank.

Stjórin vil ikki viðmerkja málið

Talan er um slakar 42 milliardir danskar krónur, sum eru fluttar gjøgnum konturnar, og sum sambært Uppdrag Granskning vekja størsta illgrunan.

Stjórin í Swedbank vildi ikki gera samrøðu við Uppdrag Granskning, men sendi samskiftisfólkið hjá bankanum, Gabriel Francke Rodau.

- Vit viðmerkja ikki ítøkilig dømi, men í Swedbank hava vit null-toleransu, tá tað snýr seg um hvítting, og eru tekin um nakað, handla vit, segði Gabriel Francke Rodau, samskiftisfólk hjá Swedbank, í sendingini Uppdrag Granskning hjá SVT, sambært Berlingske

- Men vit mugu eisini minnast, at fyri alla vinnugreinina er hetta ein av størstu avbjóðingunum, og tað, sum tit tosa um, er grovt kriminelt virksemi, segði Gabriel Francke Rodau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342