Nógvir rykkjarar einki svar enn

Nógvir rykkjarar einki svar enn
Kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðnum hevur ikki fingið endaliga frágreiðing frá Klaksvíkar kommunu um Biskupstorg
Biskupstorg í Klaksvík.
 
20.02.2019 - 13:12

Hóast fleiri rykkjarar eru sendir, hevur Kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðnum ikki fingið endaliga frágreiðing frá Klaksvíkar kommunu um Biskupstorg.

Men tilfarið er á veg, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna hevur avgjørt at brúka sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku at keypa handilshølini í veghæddini í Biskupstorgi, sum Bústaðir hava bygt.

Kommunan ætlar síðani at leiga handilshølini frá sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku og leiga tey útaftur.

Hetta vil Kommunala eftirlitið frætta meira um.

Gamalt mál

Málið er ikki nýtt. Tað byrjaði í november í fjør.

Men enn er tað ikki liðugt. 

Jógvan Skorheim sigur, at síðst í næstu viku verður okkurt nýtt at frætta.

30 íbúðir eru í Biskupstorgi. 

Leigararnir skuldu upprunaliga sleppa at flyta inn í fjør.

Men teir eru ikki slopnir inn enn, tí arbeiðið er ikki liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151