- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkakirkjan í vøkstri
Í fjør gjørdust 8.700 fólk limir í fólkakirkjuni. Tað er tað mesta í 12 ár, skrivar danska hagstovan.
Í fjør strikaðu 9.700 seg sum lim í fólkakirkjuni, men tað verður mett sum lítið, serliga samanborið við 2016, tá meir enn 25.000 fólk tóku seg úr kirkjuni.
Eftir stóru útmeldingina tað árið, tóku fólk seg saman í Eysturjútlandi, fyri at fáa fólk at verða verandi limir í kirkjuni. Tey fóru undir átøk, sum vísa seg at hava givið úrslit.
1. januar í ár vóru 75 prosent av dønum limir í fólkakirkjuni. Tað er kortini stórur munur í millum økini. Í Norðurjýllandi eru 87 prosent limir, meðan á Keypmannahavnarleiðini, í Ishøj, eru bert góð 46 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni.