Færri vendu sær til Rættarhjálpina í fjør

Færri vendu sær til Rættarhjálpina í fjør
Rættarhjálpin í Føroyum fekk 667 fyrispurningar í fjør. Tað vóru færri enn í 2017, tá fyrispurningarnir vóru 725
Nøkur mál, sum enda í Føroya rætti, byrja í Rættarhjálpini
 
20.02.2019 - 07:43

Rættarhjálpin í Føroyum fekk 667 fyrispurningar í fjør. Tað vóru færri enn í 2017, tá fyrispurningarnir vóru 725.

17 mál vórðu byrjað í fjør og átta teirra vórðu eisini endað í fjør. Hetta eru eisini færri enn í 2017.

Fleiri kvinnur enn menn venda sær til Rættarhjálpina, 390 kvinnur og 274 menn í fjør. Í 86 førum vórðu tey, sum venda sær til Rættarhjálpina, víst til sakførara.

Flestir spurningar um arv

Fyrst og fremst løntakarar venda sær til Rættarhjálpina. Teir vóru góð 68 prosent í fjør. Og aldursbólkurin 30 til 65 ár er best umboðaður, hann er sløk 75 prosent.

Fólk spyrja Rættarhjálpina fyrst og fremst um arv og skifti. Tey vóru nógv størsti einstaki parturin í fjør, sløk 15 prosent.

Rættarhjálpin er fyri stóran part fíggjað úr Danmark. Løgmálaráðið letur henni slakar 390.000 kr. um árið og landsstýrið 50.000 kr.

Rættarhjálpin hevði 6.250 krónur í vinningi í fjør. Rættarhjálpin byrjaði í 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151