Tilmæli gjørt um lestrarbýling í Havn

Tilmæli gjørt um lestrarbýling í Havn
Mentamálaráðið hevur fingið tilmæli frá einum arbeiðsbólki um lestrarbýling í Havn
Eitt uppskot um lestrarbýling í Havn
 
19.02.2019 - 07:05

Fyrst í komandi ári verður arkitektakapping um lestrarbýling, kampus, í Havn. Mentamálaráðið hevur fingið tilmæli frá einum arbeiðsbólki um lestrarbýling.

Framtíðar universitets- og granskingarøkið skal vera á samanhangandi øki, sum røkkur frá Frælsinum um Nóatún og Debesartrøð til J.C. Svabos gøtu.

Arbeiðsbólkurin sett fakligan ráðgeva

Arbeiðsbólkurin sigur, at fyri at menna eitt altjóða kappingarført universitet, er neyðugt at savna Fróðskaparsetrið og skapa umstøður fyri, at aðrir granskingarstovnar kunnu vera á sama øki.

Arbeiðsbólkurin hevur í høvuðsheitum verið samskipandi og hevur sett fakligan ráðgeva at standa fyri arbeiðinum at gera strategiska kampusætlan.

Arkitektafyritøkan Henning Larsen Arkitekter vann útboðið um arbeiðið og hevur staðið fyri kampusætlanini, sum ásetir, hvussu karmarnir fyri framtíðar universitets- og granskingarvirksemi kunnu skipast á kampusøkinum.

 >> SÍ EISINI Vilja hava kampus í Føroyum

Menningarætlanin leggur upp fyri verandi og framtíðar tørvi og er grundað á virði, sum eru ásett í frágreiðing frá juni 2016, sum arbeiðsbólkur gjørdi um framtíðar hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, var formaður í arbeiðsbólkinum, sum nú hevur latið Mentamálaráðmnum tilmæli um lestrarbýling í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151