- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlit við konu síni á eini app
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/saudiarabia_oljuprisur_ap.jpg?itok=lkL6DtJ9)
Saudiarabiski innanríkisráðharrin sigur, at appin hóskar til øll í samfelagnum, men kritikkarar siga, at hetta er beinleiðis harðskapur móti kvinnum og gentum.
Fleiri mannarættindafelagsskapir, millum annað Amnesty International, hava funnist at appini. Tey finnast at Apple og Google fyri at bjóða fram slíka app.
Appin hevur áhaldandi eftirlit við kvinnum
Absher er ein ókeypis app til Apple- og Android-telefonir, og gevur brúkaranum møguleika millum annað at avgera, um persónurin, sum er undir teirra eftirliti, sleppur at endurnýggja sær pass og visum.
Við hesum kann brúkarin, um hann vil, forða kvinnum í at flýggja. Appin hevur eisini áhaldandi eftirlit við kvinnunum.
Til dømis kann maðurin fáa eina fráboðan, hvørja ferð kvinnan, sum hann hevur eftirlit við, nærkast einum flogvølli. Funnist verður eisini at navninum, Absher, sum kann umsetast til "Ja, harri".
Apple og Google kanna appina
Kritikkarar siga, at hetta er prógv um, at appin er til menn og ikki fyri øll í samfelagnum, sum innanríkisráðharrin annars hevur sagt.
Forstjórin hjá Apple, Tim Cook, svarar atfinningunum og sigur, at hann hevur ikki hoyrt um hesa appina, men fer at kanna málið. Google sigur, at fyritøkan skal taka støðu til, um appin lýkur treytirnar.
Amerikanski senatorurin, Ron Wyden, er ein av mongum, sum finnast at Apple og Google, og heitir á tey um at strika appina, tí hon eggjar til ágang móti kvinnum í Saudiarabia.
Myndugleikarnir: Appin er praktisk
Myndugleikarnir í Saudiarabia siga, at appin er praktisk, tí kvinnur, sambært landsins lóg, skulu hava loyvi frá húsbónda sínum ella ein manni í familjuni, tá hon skal endurnýggja pass ella fara úr landinum.
Nógv kjak var fyri stuttum um umstøðurnar hjá kvinnum í Saudiarabia, eftir at 18 ára gamla Rahaf Muhammed al-Qunun flýddi frá familjuni.
Al-Qunun óttaðist fyri lívi sínum, tí hon hevði vent islam bakið, og fyri tað kann hon verða dømd til deyða í Saudiarabia. Al-Qunun fekk seinni friðskjól í Kanada.