- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rennibreytin í Klaksvík seinkað

Arbeiðið, at gera rennibreyt í Klaksvík, dregur út. Spakin varð settur í tíðliga í oktober, men nú hevur arbeiðið ligið stilt í tríggjar mánaðir, tí tað slepst ikki av við avgrevsturin.
Orsøkin er, at tað ikki slepst av við avgrevsturin, sum hevur verið koyrdur í eitt grótbrot á Bumshamri, men har er nú farið at fyllast, skrivar vp.fo
Skuldi verða liðug í ár
Ruskmóttøkan er eisini í hesum grótbrotinum, og um meira avgrevstur skal fyllast í grótbrotið, so má ruskmóttøkan flytast.
Upprunaliga boðaði kommunan frá, at rennibreytin í Klaksvík skuldi verða liðug seinni í ár, 2019. Men á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu stendur nú, at rennibreytin eftir ætlan kann takast í nýtslu í 2020.
Verkætlanin fevnir eisini um ein fótbótlsvøll, sum skal gerast í miðjuni á rennibreytini. Kostnaðarætlanin, fyri at gera nýggju renbnibreytina í Klaksvík, er umleið 36 milliónir krónur, sambært kommununi.