- Tíðindi, mentan og ítróttur
Islamskur statur fánar burtur í Sýria
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/islamskur_statur_0.jpg?itok=OOBiOmWX)
Islamskur statur hevur nú næstan mist ræðið á øllum økinum, felagsskapurin higartil hevur havt ræðið á í Sýria, skrivar Reuters. Tíðindastovan skrivar, at kalifatið nú bara hevur ræðið á einum øki, sum er umleið ein hálvan ferkilometur stórt.
Syrian Observatory for Human Rights boðaði gjáramorgunin frá, at Syrian Democratic Forces høvdu tikið maktina frá seinastu deildini hjá Islamskum stati í Sýria, men tey tíðindini vórðu avsannað seinni í gjár.
Reuters skrivaði seinni í gjár, at tey tíðindini ikki vóru sonn. Økið, sum Islamskur statur hevur ræðið á í Sýria, er minkað niður í næstan einki, og bardagarnir halda fram.
Líðandi mist valdið
- Vit kunnu skjótt hátíðarhalda, at vit hava sigrað á Islamskum stati, segði leiðarin fyri Syrian Democratic Forces, Ciya Furat, við Reuters.
- Vit hava kringsett Islamskan stat í einum lítlum øki í Baghouz, sigur Furat víðari. Hann sigur, at tað fer at ganga seint at fáa alt valdið frá Islamskum stati, tí felagsskapurin brúkar sivilfólk sum livandi skjøldur.
Islamskur statur misti í seinastu viku líðandi ræðið á økinum, sum felagsskapurin annars hevði valdið á. Økið fór frá at vera átta ferkilometrar stórt niður í eitt lítið økið við bara 50 bygningum, skrivar NRK.