- Tíðindi, mentan og ítróttur
Posta skerjir útberingina

Húsarhald í Føroyum á teimum størru plássunum fara í framtíðini at fáa postin bornan til dyrnar tvær ferðir um vikuna, og ikki tríggjar ferðir, sum higartil.
Helvtin av húskjunum á teimum størru plássunum fer at fáa post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin framyvir fær post týsdag og hósdag, boðar Posta frá í morgun.
- Talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum. Broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútberingini, stendur í fráboðanini.
11 ársverk sparast burtur
Umsókn, sum varð latin Vinnumálaráðnum, er nú góðkend, og broytingin kann setast í verk. Broytingin er neyðug, tí virksemið má tillagast, sigur Posta.
Í samband við tillagingarnar eru góð 11 ársverk spard burtur. 23 starvsfólk á Posta fingu herfyri at vita, at tey annaðhvørt skuldu sigast úr starvi ella niður í tíð.
>> SÍ EISINI Søgdu fólki úr starvi - og tóku uppsøgnirnar aftur
Uppsøgnirnar skuldu fremjast í verki 31. januar við gildi frá 1. februar. Fyrstu starvsfólkini høvdu fingið handað uppsagnirnar, tá leiðslan brádliga kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur.
Posta miðar eftir, at góðskan á útberingini verður óbroytt, hóast útberingin verður skerd, tí stórt sæð eingi brøv hava verið í útberingini fríggjadag síðstu árini, sigur Posta.