- Tíðindi, mentan og ítróttur
Manningin á Norðingi Ársins fyrstuhjálparar

Norðingur var á veg á fiskileið, tá Karsten N. Jespersen, sum loysti skiparan av, kendi seg ikki væl og bað skiparan koma aftur á brúnna.
Støðan gjørdist álvarslig, kós varð sett móti landi og bod send MRCC um at tyrla mátti koma til hjálpar.
Páll Róland Petersen og Mikael Dalbø góvu Karsteni N. Jespersen hjartamasasju, meðan manningin gjørdi klárt at taka í móti tyrluni og fekk Karsten N. Jespersen á eitt teppi og út á dekki, tá tað vísti seg, at tað ikki bar til at fáa børuna inn í stýrhúsið.
Í grundgevingunum at manningini á Norðingi heiðurin at vera Ársins fyrstuhjálparar, stendur millum annað.
"Mikael og Páll Róland góvu lívbjargandi fyrstuhjálp og góvust ikki, hóast tað sá út til at vera meiningsleyst".
Tað er Reyði krossur, sum velur Ársins fyrstihjálpara, og tað var gjørt í hølunum hjá Reyða krossi á Bryggjubakka klokkan trý seinnapartin.